Putin: Ógreitt nær Russland fer at sigra á Ukraina

Putin: Ógreitt nær Russland fer at sigra á Ukraina
Russiski forsetin, Vladimir Putin, legði fríggjadagin fram tveir møguleikir fyri, hvussu kríggið í Ukraina endar
Russiski forsetin, Vladimir Putin
Mynd: Alexander Zemlianichenko/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.10.2024 - 12:53

Tað hendi á einum fundi í BRIKS-samgonguni, sum hevur níggju limalond, og Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika leggja navn til. 

Fyrst segði forsetin, at tað er ógreitt, "nær Russland fer at sigra á Ukraina", men at russisku herdeildirnar halda fram við at berjast, til tær hava sigrað.

Samstundis ljóðaði tó frá Putin, at Kreml er til reiðar at fara undir friðarsamráðingar við Ukreina - so leingi tað er eftir russikum fortreytum. Meira segði hann ikki um tað, men fyrr í summar setti hann tvær treytir við friðarsamráðingar:

- Ukraina skal taka sínar herdeildir aftur úr Zaporizjzja, Kherson, Donetsk og Luhansk.

- Og Ukraina skal sleppa sínum ætlanum um at fara upp í NATO.

Samstundis heldur Volodymyr Zelenskyj fram at leggja fram ætlanir fyri, hvussu kríggið kann vinnast. 

Ukraina er undir trýsti, men kríggið kann sambært Zelenskyj enda innan fyri eitt ár, um ætlanin verður framd nú, skrivar danska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290