Livandi søgufrøðingur

Livandi søgufrøðingur
VIKUGESTURIN: Fortíð og søga hava fylt nógv í lívinum hjá Herleifi Hammer. Men søgan skal miðlast livandi og løtan njótast, heldur stjórin í Tjóðsavninum.
Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum
Mynd: Bárður Lydersen  
 
19.10.2024 - 15:08

Herleif Hammer er útbúgvin cand.phil. í søgu og siðsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya og Århus Universiteti, og sum stjóri í Tjóðsavninum hevur hann gingið á odda fyri at skráseta, varðveita og miðla okkara søgu, mentanararv og náttúruarv. Ein uppgáva sum Herleif heldur vera sera týðandi, gevandi og spennandi:

- Tað hevur stóran týdning at varðveita og miðla søgu okkara, tí hon er altíð viðkomandi og í henni kunnu vit síggja samanhangir og skilja nútíðina, vísir hann á.

Nú áramálssetta stjórastarvið áTjóðsavninum gongur út, og lýst verður eftir stjóra, eru fleiri stórar vekrætlanir í gongd á Tjóðsavninum - ikki minst stóra Koltursverkætlanin. Herleif Hammer vil tó ikki siga, hvørt hann ætlar sær at søkja starvið aftur:

- Tað fáa vit at síggja. Men har eru nógvar spennandi uppgávur at arbeiða víðari við.

Týdningarmikið at miðla
Sum stjóri í Tjóðsavninum hevur Herleif Hammer lagt stóran dent á miðling. Tí hann heldur, at tað er týdningarmikið at almenningurin fær innlit í arbeiðið á Tjóðsavninum:

- Vit hava seinastu árini arbeitt við at gerast meira sjónlig, tí um fólk ikki síggja okkara arbeiði, so er skjótt at fáa varhugan av, at tørvur er ikki á okkum. Men um vit støðugt vísa á, hvat vit gera, hvussu týdningarmikið og spennandi tað er, so skapa vit ein tørv, sum helst mittar av uppá politikararnar, sum skulu raðfesta økið fíggjarliga, sigur hann. 

Tilfarið, ið miðlast kann á Tjóðsavninum, er rúgvismikið, tí har starvast nógv dugnalig fólk, ið liggja inni við stórari vitan:

- Vit hava nógv dugnalig fólk í starvi, sum brenna fyri tí, sum tey gera. So tað snýr seg í stóran mun um, at fáa tey at miðla sítt arbeiði. Men vit hava ymsar fakbólkar, og mugu eisini gagnnýta tað, sum fólk duga best, sigur Herleif Hammer.

Stórar verkætlanir á Tjóðsavnið
Tjóðsavnið hevði mikukvøldið kunningarfund í samband við, at Koltursætlanin nú veruliga er farin av bakkastokki. Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at miðla mentanar- og náttúruarvin í Koltri - í syðra parti av oynni skal søga og mentanararvur granskast og miðlast, meðan náttúran verður granskað og miðlað í norðara partinum.

Verkætlanin ber í sær, at ymiskt skal byggjast og umvælast, so til ber at bjóða vitjandi, ferðafólki og skúlabørnum til oynna at uppliva og læra um mentan og náttúru har:

- Eini hús verða endurnýggjað til fyristøðufólkini at búleikast í, og ein lon verður endurbygd, ið skal hýsa kafé, bátasmiðju og framsýningum. Tveir størri nýbygningar skulu byggjast uttanfyri bøgarðarnar, har felt- og granskingarstøð skal vera og umstøður til setursskúlar, skeið og smærri ráðstevnur, vísur Herleif Hammer á.

Hann heldur, at sera nógvar møguleikar eru við verkætlanini, og at Koltur og savnsvirksemið har, kann blíva eitt stórt ferðamál hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólki.

- Mentanarøkið er eitt tað størst vaksandi økið í serliga norðurlondum, tá hugsa verður um størv, og tað er absolutt nakað, sum vit kundu investera meira í.

 

Ynskir nýggjan framsýningarbygning
Høvuðsframsýningin hjá Tjóðsavninum húsast í bygningi í Brekkutúni í Hoyvík, men bygningurin er ikki bygdur til endamálið. So tá Herleif Hammer verður spurdur um, hvat stendur ovast á ynskilistanum, sleppur hann at hugsa stórt, er svarið: ein nýggjur framsýningarbygningur:

- Tað sum ferðafólk leggja til merkis, tá tey koma higar, er, at vit ikki hava eitt nøktandi Tjóðsavn til framsýningar í Føroyum. Vit hava eitt gott savn í dag, men umstøðurnar kunnu vit íkki vera errin av. Aðrastaðnis gerast søvn ferðamál, og eg síggi fyri mær, at vit kunnu fáa eitt gott og vakurt savn í Føroyum, sum verður eitt heildarupplivilsi, har mann upplivir bygningin og samstundis lærir um okkara mentan og náttúru. 

 

Livandi og syngjandi stjóri
Stjórastarvið fyllir nógv í gerandisdegnum hjá Herleifi, men hann hevur eisini nógv ítriv, og lívið og løtan skal njótast, heldur hann. Herleif Hammer hevur verið formaður í Byrsimúla, honum dámar væl at fáast við seyð, og so hevur tónleikur fylt í lívinum. Hann hevur verið framleiðslustjóri á fimm sangleikum, ið vóru pallsettir í Hoydølum, sungið við Kallakórinum Quaduilt og er í dag við í kórinum Bollarnir:

- Tað er fantastiskt at vera partur av einum slíkum felagsskapi, og tað sosiala fyllir nógv. Vit hava tað sera stuttligt, vísur Herleif á.

Honum dámar eisini væl kvæðir og gamlar vísur, og at ferðast og uppliva býir og mentanir. Tá endar hann ofta sum ferðaleiðari, tí tað at taka ábyrgd og at skipa fyri, hevur altíð fallið honum lætt:

- Mær hevur altíð dámað væl at hava nógvar bóltar í luftini og at skipa fyri tiltøkum. Sum heild dámar mær væl at skapa nakað, sum sæst aftur, sigur Herleif Hammer.

Hóast áramálssetta starvið sum stjóri í Tjóðsavninum gongur út nú, so eru nógvar spennandi uppgávur eftir, heldur Herleif:
- Eg føli enn, at eg havi eitt nýtt starv, hóast eg havi verið á Tjóðsavninum í sjey ár. Vit eru í gongd við nógvar verkætlanir millum annað Koltursverkætlanina og at fáa eina nýggja goymslu, so har er nógv eftir at arbeiða við, vísir hann á.

Lurtið eftir samrøðuni við Herleifi Hammer her

1703350

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. desember
Vikuskiftið 13 desember 2024
185096
Fríggjadag 13. desember
Breddin: Fleiri og fleiri hava brúk fyri hjálp
185061
Hósdag 12. desember
RagnarRokk 12.desember 2024
183944
Hósdag 12. desember
RagnarRokk: Korbi Benedict um Abyss
183942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071
Hósdag 12. desember
Hansina
185024
Mikudag 11. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184942