Ov nógvir ósvaraðir spurningar

Ov nógvir ósvaraðir spurningar
Tað er ein stórur uggi í sorgini, at hava funnið dripna sonin aftur. Men foreldrini hjá Pidda sita framvegis við nogvum ósvaraðum spurningum
Ingvard og Kirstin Hansen kenna stóran ugga í, at beinagrindin av dripna soninum, Dánjal Peturi Hansen, Pidda, varð funnin og kann jarðast.
11.09.2014 - 19:39

Kristin og Ingvard Hansen kunnu nú jarða soninum, Dánjal Petur Hansen, Pidda, ið varð dripin í heimi sínum á Gerðinsvegi í Runavík 4. november í 2011.

Beinagrindina av Pidda varð funnin út fyri Ljósa fyri tveimum vikum síðan av einum frítíðarkavara, 100 metrar frá landi og á 22 metra dýpi. 

Tað er ein stórur uggi fyri familjuna loksins at fáa vissu um, hvat varð av Pidda, eftir at hann varð dripin og síðan burturbeindur fyri trimum árum síðan.

Men tey sita framhaldandi eftir við nógvum ósvaraðum spurningum, og tað nívir tey øll. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655