- Tíðindi, mentan og ítróttur
Finnland kann forða fyri fullum føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum

Um minni enn tvær vikur verður ársfundurin hjá Norðurlandaráðnum, har ynskið hjá Føroyum um at gerast fullgildugur limur skal til viðgerðar.
Fyri Føroyar er hesin fundurin serliga áhugaverdur, tí á hesum fundinum verður føroyska ynskið um at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum tikið upp til viðgerð.
Í oktober 2024 var eitt tilmæli um broytingar í Helsingfors-sáttmálanum, sum í løtuni forðar fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, einmælt samtykt á ársfundinum í Reykjavík. Síðani varð ein nevnd sett, sum skal koma við einum endaligum tilmæli til ársfundin í Helsinki, sum verður nú seinni í mánaðinum.
Í løtuni kann Finnland verða snávingarsteinurin, sum steðgar føroyskum limaskapi, sigur Johan Dahl, fyrrverandi limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum




























