- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærlingar mugu setast við at læra bátasmíð
Lærlingar mugu setast við at læra bátasmíð
Tað sigur Kaj Hammer, ið nú smíðar ein teinæring til Egilsgarð í Kvívík
Jens Jákup Hansen
02.02.2015 - 20:28
Ein bátasmiður átti at verið settur at smíða bátar og havt lærling, og onkur annar skuldi so selt bátarnar.
Tað sigur 70 ára gamli Kaj Hammer, sum eftirlýsir ætlanum at bjarga føroyskum bátasmíði. Seinastu mánaðirnar hevur Kaj tikist við at smíða Føroya størsta bát, ein teinæring, á Skipasmiðjuni í Havn.
Væntandi verður snekkjan, ið fer at hoyra til Egilsgarð í Kvívík, flotað í mai, sigur Kaj Hammer.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















