Runarvíkar havn hevur tikið arrest í Grunnabar

Runarvíkar havn hevur tikið arrest í Grunnabar
Grunnabar verður rikið av samtakinum hjá Alexander Wilhelm og Finnbjørn Poulsen í Suðuroy
14.07.2015 - 20:07

 
Manningarfeløgini sendu í síðstu út skriv, har tey ávaraðu sínar limir at sigla við skipum hjá samtakinum hjá Alexander Wilhelm og Finnbjørn Poulsen, tí feløgini hjá teimum báðum rindaðu, sambært manningarfeløgunum, ikki hýrurnar til manningina.
Men feløgini rinda heldur ikki rokningar hjá Runavíkar havn. Alexander Wilhelm og Finnbjørn Poulsen reka fleiri reiðarí við heitum sum South Pelagic, Baglholmur, Ocean Group Faroes og Sancy Trawl, og teir hava rikið skipini Grunnabarð, Asbjørn Senior, Tórun K, Pumin K, Beinisvørð og Lopranshólmur.
Fleiri av skipunum hava verið á beding hjá Runavíkar kommunu í longri tíðarbil, men tað gongur illa hjá kommununi at fáa pengar frá feløgunum fyri tænastuna, sum Runavíkar havn hevur veitt teimum.
Torbjørn Jacobsen, havnameistari, sigur, at tey høvdu einki annað val enn at taka arrest í skipinum Grunnabarð, sum er tað skipið í samtakinum, sum skyldaði havnini mest pengar.
At taka arrest í einum skipi kann merkja, at skipið verður hildið aftur til reiðaríið hevu rindað sínar skyldur. Ein havn, sum hevur tikið arrest í einum skipi, verður javnstillað við aðrar fyrsta veðrættarhavarar í skipinum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328