Gera smærri broytingar í uppskotinum

Gera smærri broytingar í uppskotinum
Uppboðssølan og tilfeingisgjøldini verða varðveitt í uppskotinum, sum verður lagt fram mánadagin
11.12.2015 - 20:57

Tey, sum hava havt uppskotið um tilfeingissgjøld og uppboðssølu til hoyringar, hava gjørt viðmerkingar, og eftir øllum at døma hevur landsstýrissamgongan avgjørt at ganga onkrum viðmerkingum á møti.

Seinnapartin var samgongufundur, og eftir fundin sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, at smærri broytingar verða gjørdar í uppskotinum, áðrenn tað verður lagt fram mánadagin.

Broytingarnar ávirka tó ikki tað grundleggjandi í málinum, og bæði uppboðssøla og tilfeingisgjøld fara standa í uppskotinum, sigur løgmaður.

Aksel V. Johannesen var gestur í Degi og Vuku í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342