Føroyar skulu vera 100 prosent grønar

Føroyar skulu vera 100 prosent grønar
Avbjóðingarnar eru nógvar, men verkætlanin hjá RØKT at fáa Føroyar grønar fer at bera á mál, heldur bjartskygdi oddamaðurin í RØKT
15.11.2016 - 20:13

Stjórin og nevndarformaðurin í SEV, Jákup Suni Lauritsen, sigur, at ætlanirnar hjá RØKT eru ikki feskar, og SEV hevur eisini umsóknir um tað sama.

Hann vísir á, at lógin heimilar ikki RØKT at byggja vindmyllur, uttan so at RØKT hevur vunnið arbeiðið á almennum útboði.

Í løtuni er tað bara SEV, sum kann framleiða orku burturúr vatni.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, er á veðurlagsráðstevnu í Marokko, men hon sigur í telefonini, at ráðið arbeiðir við nýggja vatnloyvinum hjá SEV.

Hon vil ikki siga, um nýggja vatnloyvið lovar privatum framat, eitt nú pumpuskipanum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717