- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra flogfør bumbuhótt

Fyrrapartin vóru bumbuhóttanir umborð á fýra flogførum.
Sambært Reuters, hevur fjórða flogfarið í dag fingið fráboðan um bumbuhóttan.
The Guardian skrivar, at flogfarið úr Tel Aviv lendi í høvuðsstaðnum í Bulgaria, Sofia.
Sambært spanska miðlinum, Onda Regional, neyðlendi eitt flogfar úr Manchester á spanska flogvøllinum Murcia fyrrapartin.
Tað hendi eftir at pólski flogvøllurin, Varsjava Modlin, stongdi fyrrapartin, tí illgruni var um, at spreingievni vóru umborð á einum flogfari, sum fleyg úr Heathrow í London.
Flogfarið setti seg í Varsjava Modlin í øllum góðum.
Ein annar flogvøllur í Varsjava, Chopina, hevur váttað, at eitt flogfar hjá SAS úr Keypmannahavn neyðlendi í morgun, tí illgruni var um ókendan vandamiklan lut umborð.
Flogfarið úr Keypmannahavn hevur sett seg í øllum góðum og verður kannað, skrivar danska TV2 fyrrapartin.


























