JFK minni gjøgnumskygt enn hini samtøkini

JFK minni gjøgnumskygt enn hini samtøkini
JFK samtakið er munandi minni gjøgnumskygt enn onnur samtøk í fiskivinnuni. Vinnunevndin vil vita meir
06.12.2019 - 19:41

Tað er sera torført at fáa innlit í samansetingina av samtakinum JFK og eisini hálendsku ognarviðurskiftunum í samtakinum. Einans við at fara neyvt niður í rokniskapir í fleiri feløgunum ber til at fáa eitt yvirlit. 

Her ber til at síggja, hvussu ognarviðurskiftini eru. Kringvarpið hevur tosað við grannskoðaran hjá JFK - Hans Laksá - og hann váttar hesa samansetingina.

Hann sigur somuleiðis, at tað er ikki eitt lógarkrav at vísa uppbygnaðin í samtøkum í rokniskapum. Samtøkini Varðin, Palli hjá Marionnu og Framherji vísa sín uppbygnað sera greitt í rokniskapinum hjá móðurfelagnum. 

Vinnunevndin vil vita meira um útlendskan eigaraskap í fiskivinnuni. Tað sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, sum vegna nevndina hevur sent fleiri spurningar til Fiskimálaráðið í dag. 

Sí meira í innslagnum her.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860