Ágangur á sosialum miðlum hendir ofta

bannari
Ágangur á sosialum miðlum hendir ofta
At ung vera útsett fyri kynsligum ágangi umvegis sosialar miðlar, kemur ofta fyri sigur Heri Andreasen, leiðari á krimialdeildini hjá politinum
24.02.2020 - 19:44

Í hesum døgum er eitt rættarmál í Føroya rætti. Tey trý fólkini í tjúgunum nokta seg sek í at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gamla gentu. Málið kom fyri í Føroya rætti fyrrapartin. Sambært ákæruritinum skal neyðtøkan vera farin fram í Havn í 2016.

Talan er um samanlagt 33 ákærur, sum Føroya rættur skal taka støðu til.

Kvinnan og ein av ákærdu monnunum eru ákærd í tveimum tilburðum, meðan ein 28 ára gamal maður er ákærdur í 32 av tilburðunum.

28 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í at hava ólóglig vápn umframt eina hashpípu við loyvdum av hashi í varðveitslu. Maðurin er millum annað eisini ákærdur fyri, umvegis Snapchat, at hava framt blygdanarskemd móti 17 gentum heilt niður í 13 ára aldur við at senda teimum ónærisligar myndir og sjónbond av sær sjálvum. 

Og ágangur á sosialum miðlum kemur ofta fyri, sigur leiðarin á kriminaldeildini hjá politinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV