Tað gongur ov skjótt at lata upp

bannari
Tað gongur ov skjótt at lata upp
Fútin, sum eisini er formaður í Farsóttarnevndini, ávarar føroyingar um ikki at gloyma smittuvandan
Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini
16.04.2020 - 20:17

Støðan broytist alla tíðina, men í løtuni gongur tað ov skjótt við at lata samfelagið uppaftur.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini. 

Hann heldur tað vera eitt vánaligt hugskot at hárfríðkanarstovur, fysioterapeutar og matstovur lata uppaftur, longu nú.

Nú bara 15 føroyingar hava koronasmittuna, sambært almennu tølunum, meta myndugleikarnir størstu smittukelduna at koma frá útlandinum. Kortini hava myndugleikarnir ikki lógarheimild at krevja øll, sum koma til Føroya, í kravt sóttarhald.

- Sæð út frá einum fyribyrgingarsjónarmiði hevði tað verið eitt gott amboð, um øll, sum koma til Føroya, skulu í tvungið sóttarhald. Men tað er ein politiskur spurningur, sigur Michael Boolsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025