Óvissa um kanningar eftir 10. juli

bannari
Óvissa um kanningar eftir 10. juli
Tað er framvegis ikki greitt, hvat hendir tann 11. juli, tá sáttmálin millum HMR og Thetis um at kanna øll ferðandi fyri koronu, fer úr gildi
29.06.2020 - 19:46

Fríggjadagin 10. juli endar fyribilsskipanin, har øll ferðandi til Føroya skulu kannast fyri koronu, og landskassin rindar rokningina.

Enn er eingin endalig avgerð tikin um, hvat tá skal henda. Men vit fara at umrøða málið á landsstýrisfundi í morgin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Heilsumálaráðið hevur avtalu við privatu fyritøkuna, Thetis, sum kannar øll ferðandi til Føroya, men henda avtala er bara galdandi til og við 10. juli. 

Avgerð er heldur ikki tikin um, hvør skal gjalda - landskassin ella tann ferðandi - um tað framvegis verður eitt krav at lata seg kanna fyri koronu, eisini eftir 10. juli.

Pál Weihe, læknafakligur ráðgevi & ábyrgdarpersónur og Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi, vitjaðu sjónvarpsstovuna at tosa um, hvat hendir, um ella tá koronasmittan kemur aftur til Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858