Slatrandi parkeringsskipan í Vágum

Slatrandi parkeringsskipan í Vágum
Tá tú parkerar á flogvøllinum í Vágum, kunnu øll fylgja við, nær tú setti bilin, nær tú fór avstað og hvør var í bilinum
21.07.2020 - 19:34

Tá tú parkerar á flogvøllinum í Vágum, kunnu øll fylgja við, nær tú setir bilin. Tú kanst rinda í sjálvirkandi gjaldsstøðini, tá tú kemur heim aftur. Men tú kanst eisini bíða og rinda á heimasíðuni hjá Vága Floghavn. Velur tú ta loysnina, so kunnu øll, ið vita nummarplátuna á tínum bili, fara á heimasíðuna hjá Vága Floghavn og finna út av, nær tú parkeraði, og nær tú fór avstað aftur. Harumframt vísa myndir á gjaldstøðini eisini, hvør var í bilinum.

Upplýsingarnar á heimasíðuni hjá Vága Floghavn eru tøkar 72 tímar eftir, at tú fór avstað aftur við bilinum. Á middegi í dag varð skipanin broytt, so gjaldsstøðin á flogvøllinum ikki longur vísir myndir av fólki í bilinum

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Fríggjadag 13. november
Lazarus - Beinleiðis úr Studio 5
216358
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328