Tórshavnar Kommuna ætlar at stuðla SkúlaScam

Tórshavnar Kommuna ætlar at stuðla SkúlaScam
Forkvinnan í mentamálanevndini hevur heitt á fyriskipararnar um at senda nevndini eina umbøn um stuðul
10.12.2020 - 19:12

Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráð, hevur sett seg í samband við fólkini, sum arbeiða við verkætlanini, SkúlaScam, og biðið tey senda mentamálanevndini eina umsókn um stuðul. Hendan umsóknin skal viðgerast á eyka nevndarfundi mánadagin.

Forkvinnan hevur í dag kallað mentamálanevndina á fund mánadagin at taka støðu til stuðulin. Dagsskrá fyri fundin er ikki gjørd enn, men í dag eru fundarboð uttan skrá send út til nevndarlimirnar. Gunvør Balle sigur við Kringvarpið, at skráin til fundin mánadagin verður send út í morgin - fríggjadagin - tí hon ætlar sær at seta nøkur mál aftur at SkúlaScam á skránna.

Tað eru fimm limir í mentamálanevdini hjá Tórshavnar Býrað. Tríggir úr Tjóðveldi og tveir úr Javnaðarflokkinum. Krevur ein av nevndarlimunum at fáa málið nærri viðgjørt á býráðsfundi, so hevur forkvinnan skyldu at leggja málið fyri býráðið. Sum Kringvarpið skilir, so fer ein av nevndarlimunum at krevja hetta.

Heðin Mortensen, sum er limur í mentamálanevndini, undrast á mannagongdina og sigur seg enn hvørki hava sæð dagsskránna fyri fundin ella umsóknina, sum skal viðgerast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308