Venjingardystirnir móti Eysturríki týðandi liður í fyrireikingunum til EM

Venjingardystirnir móti Eysturríki týðandi liður í fyrireikingunum til EM
Føroysku hondbóltskvinnurnar hava spælt tveir venjingardystir móti Eysturríki, har endamálið millum annað hevur verið at royna ymiskar spælarar og spæliskipanir undan EM.
 
24.10.2026 - 18:52

Tað sigur Mark Marcher, ítróttarstjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

Føroysku hondbóltskvinnurnar hava í vikuni spælt tveir venjingardystir móti Eysturríki sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið.

Fyrri dysturin endaði 33-33 hósdagin, meðan Føroyar vunnu seinna dystin í dag 32-27.

Men dystirnir snúgva seg ikki bara um úrslitini. Teir geva eisini venjarunum møguleika at royna ymiskar spælarar og samansetingar á liðnum og at síggja, hvat riggar væl, og hvat enn má betrast undan EM.

Samstundis er greitt, at Føroyar mugu klára seg uttan Súnu Krossteig Hansen til EM endaspælið. Hon er framvegis skadd í knænum og nær ikki at gerast klár.

Tí verður eisini neyðugt at finna aðrar loysnir á bakkplássinum, har Súna hevur havt ein týðandi leiklut.

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum, har Mark Marcher, ítróttarstjóri í HSF, greiðir frá fyrireikingunum til EM:

1840066

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891