Niels Áki og Anna Kristina stinnast

Niels Áki og Anna Kristina stinnast
Niels Áki Mørk og Anna Kristina Niclasen lyftu best, tá kappast var um FM-heitið í olympiskari vektlyfting leygardagin
22.03.2021 - 17:09

Niels Áki Mørk og Anna Kristina Niclasen vóru stinnastu lyftararnir, tá FM-kappingin í olympiskari vektlyfting var í Tvørmegi leygardagin.

Eisini vórðu 11 met sett

Tríggjar kvinnur tóku lut í kappingini. Maibrit Reynheim Petersen fekk annað plássið, og Erna Krett Hansen endaði nummar trý.

Hjá monnum vóru átta luttakarar, og tað vóru Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði og vinnarin í fjør, Rudi Persson, sum kappaðust um 1. plássið.

Leif á Bøgarði lyfti mest í trekk - 93 kilo - og mest í vend og stoyt - 121 - men lutfalsliga lyfti Niels Áki Mørk betur og gjørdist sostatt annar FM-vinnarin í Føroyum. 

Rudi Persson mátti taka til takkar við triðja plássinum.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329