15 prosent av fiskinum kann landast uttanlands

15 prosent av fiskinum kann landast uttanlands
-Tað verður gjørt fyri at tryggja prísásetingina í Føroyum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
30.03.2021 - 19:49

Føroysk skip skulu nú sleppa at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands. Sjófeingislógin ásetir annars, at øll veiða hjá føroyskum fiskiskipum skal landast í Føroyum. Tað er lógaruppskotið um veiðigjøld, sum er orsøkin til broytingina. 

Sambært lógaruppskotinum um veiðigjøld skal veiðigjaldið á uppsjóvarfisk ásetast eftir miðal avreiðingarprísunum árið fyri. Við at loyva skipunum at landa 15 prosent av veiðuni uttanlands verður mett, at tað vil tryggja prísásetingina í Føroyum.

Landsstýrið ætlar, at veiðigjald verður lagt á uppsjóvarfisk og botnfisk í Barentshavninum. Kortini heldur landsstýrismaðurin tað vera rætt, at øll skip sleppa at landa 15 prosent av veiðini uttanlands.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444