Góða gongdin skal halda fram

Góða gongdin skal halda fram
Góða gongdin hjá hondbóltslandsliðnum skal halda fram, sigur nýggi venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, sum droymir um at vinna eina undankapping
04.05.2021 - 10:46

Nýggi venjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum við monnum, Peter Bredsdorff-Larsen, droymir um at spæla seg til eitt endaspæl, men vil ikki taka munnin ov fullan.

 - Vit skulu halda fram við at vinna dystir, eisini á útivølli, og hugsa tær, um Føroyar eisini kunnu vinna eina undankapping, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.

 - Men tað er kanska at spenna bogan ov hart, so læt okkum taka tað í tunnum skivum, leggur hann afturat.

Skuldi taka ein steðg

Peter Bredsdorff-Larsen hevði ongar ætlanir um at gerast føroyskur landsliðsvenjari nú, heldur tvørturímóti. Eftir sjey ár við leiðsluni í Bjerringbro-Silkeborg, har hann leiddi felagið til meistaraheitið í 2016, ætlaði hann at leggja hondbóltin frá sær í eitt ár.

Men so stakk møguleikin seg brádliga upp.

 - Eg havi altíð verið upptikin av menning, og eg og mín arbeiðsfelagi, Lars Møller, sum verður hjálparvenjari, gleðast um hvønn dag, har vit fáa møguleikan at menna bæði spælarar og lið, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.




 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523