- Onkur kallar okkum fyri 'ommubátin'

- Onkur kallar okkum fyri 'ommubátin'
Seksmannafarið, Tvørabáturin, er í ár mannað við kvinnum fyri fyrstu ferð. Ikki nokk við tí, tær eru somikið tilkomnar, at onkur í skemti kallar tær fyri 'ommubátin'
28.06.2021 - 12:13

Tær eru ímillum 33 og 53 ár.

Kvinnurnar, sum hetta róðrarsummarið hava mannað Tvørabátin.

 - Vit eru nakrar mammur at fleiri rógvarum, sum hildu, at tað hevði verið stuttligt at farið og mannað ein bát, sigur Jóna Danielsen á Tvørabátinum.

 - Tí vit fylgja við kortini, leggur hon afturat.

Tvørabáturin hevur fyrr bert verið mannaður av monnum, og í ár skuldi hann als ikki nýtast. 

 - Hevur tú fingið kappróðurin í blóðið, so er tað har. Vit eru nakrar, sum hava róð fyrr, meðan nakrar als ikki hava róð, sigur Jóna Danielsen.

'Ommubáturin'

Tá kvinnur í slíkum aldri manna bát og taka lut í FM-kappróðrinum móti millum øðrum Jarnbardi og Sølmundi, leggja fólk merki til tað.

 - Onkur kallar okkum 'ommubátin', tí tað er onkur omma umborð, og annars er tað mesta positivt. 'Tit eru harðar, at tit fara ímóti Jarnbardi og Sølmundi og Víkingi'. Tað er bara stuttligt, sigur Jóna Danielsen.

Tær venja eini fimm, seks ferðir um vikuna, men fremsta málið er kortini ikki at vinna.

 - Tað er øgiliga gott umborð. Samanhaldið og at vera úti í frískari luft í bæði regni og sól, sigur Jóna Danielsen.

Tá tað snýr seg um sjálvan róðurin, er málið einfalt.

 - Ikki at enda aftast.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158