VIDEO: Her fer Ever Given loksins úr Suesveitini

VIDEO: Her fer Ever Given loksins úr Suesveitini
Í dag var sannur hátíðardámur í Suesveitini, tá japanska skipið Ever Given logsins slapp úr Suesveitini
07.07.2021 - 16:40

Nógv umrødda bingjuskipið Ever Given, sum í mars mánaði forðaði allari skipaferðsluni í Suez-veitini, er loksins farið víðari.

Hetta hendi fyrrapartin, eftir at egyptisku myndugleikarnir og eigararnir og tryggingarfyritøkan hjá Ever Given skrivaðu undir eina endurgjaldsavtalu.

Skipið hevur verið afturhildið í tríggjar mánaðir. Tað er ikki greitt, hvussu stórt endurgjald talan er um, men Egyptaland hevur fyrr kravt 550 milliónir dollarar í endurgjaldi. Tað svarar til góðar 3,5 milliardir krónur.

400 metrar langa bingjuskipið Ever Given sigldi á land í Suez-veitini í nógvum vindi 23. mars í ár, og øll skipaferðslan í veitini steðgaði upp. Síðani tá hevur Kanalmyndugleikin SCA kravt endurgjald frá japansku eigarunum av skipinum fyri bjarging, skaða á veitina og annað.

Ever Given, sum hevur indiska manning, er framvegis lastað við umleið 18.300 bingjum. Tað skal nú kannast av kavarum í Port Said, áðrenn tað setir kós móti Rotterdam og síðani til Felixstowe í Bretlandi, har skipið skal lossast.

Ever Given

Frítekst tagging: 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860