Droymir um útheimin og Olympisku leikirnar

Droymir um útheimin og Olympisku leikirnar
Vár Eidesgaard, ein av føroya fremstu svimjarum í nógv ár, tók fyri kortum ein steðg frá hylinum. Nú er hon byrjað av nýggjum og málini eru størri enn nakrantíð fyrr
13.09.2021 - 20:20

Um vikuskiftið svam Vár Erlingsdóttir Eidesgaard í Tórshavn Open, og vann nógv gullheiðursmerki til Havnar Svimjifelag. Júst sum hon plagar.

Men alt er ikki, sum tað plagar hjá einum av sterkastu føroysku svimjarunum seinastu árini.

Hetta er nevniliga ein nýggj byrjan.

 - Tað er ringt at sleppa svmijingini, og eg tími ikki at leggja hana frá mær, tí eg veit, at eg kann gera tað betri, sigur Vár Eidesgaard.

Sterki frísvimjarin legði fyri kortum svimjihettuna frá sær og gavst. Hon telist millum elstu svimjararnar í føroysku elituni, og tá korona steðgaði mestsum øllum kappingarvirksemi uttanlands, var trupult at halda dampinum uppi.

 - Tað hevur verið strævið. Motivatiónin hevur ikki verið góð, og tað var ein av grundunum til, at eg tók ein steðg, sigur Vár Eidesgaard.

Nú er hon aftur í hylinum, og nýggja byrjanin hevur eisini nýggj mál við sær.

Vár Eidesgaard arbeiðir í løtuni við at finna sær ein skúla í USA, har hon bæði kann svimja og útbúgva seg. Ætlanin er, at fara vesturum hav næsta ár.

Til ta tíð vil hon fegin arbeiða og svimja uttanlands.

 - Eg vil fegin sleppa til eitt stað, har tey hava eitt gott lið, har eg kann trívast, og har tey eru betri og svimja skjótari enn eg, so eg kann læra nógv, sigur Vár Eidesgaard.

Kappingar eru nú aftur uttanlands, og svimjarin úr Havnar Svimjifelag ætlar sær at kappast til NM, EM og kanska HM eisini, men hon droymir enn størri.

 - Eg vil fegin koma upp á toppin; møguliga OL 2024.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302