Heitt kjak um springaradráp

Heitt kjak um springaradráp
Sjúrður Skaale og Jacob Vestergaard eru rúkandi ósamdir um, hvussu springaradrápið í Skálafirði ávirkar umdømi Føroya.
14.09.2021 - 19:58

Áhugin fyri springaradrápinum í Skálafirði er stórur, ikki bara í Føroyum, men eisini uttanlands. Fjølmiðlar og tíðindastovur úr fleiri londum venda í dag eyguni móti teimum 1428 springarunum, sum løgdu beinini í Skálafirði sunnukvøldið. 

Teirra millum eru eisini altjóða miðlar sum BBC, Sky News, Daily Mail, The Times, The Herald og tíðindastovan AFP.

 

Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale heldur, at stóra springaradrápið er ein stórsligin gáva til Sea Shepherd, sum eisini kann gerast sera dýr fyri føroyska útflutningin.

Landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard sær tó ongan vanda fyri útflutninginum. Hann heldur tvørturímóti, at føroyingar skulu standa saman um sín rætt at drepa springarar, og at drápið sunnukvøldið gekk fyrimyndarligt.

Sjúrður Skaale & Jacob Vestergaard kjakaðust í sjónvarpsstovuni í kvøld.

 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655