Håkan Ericson: vit vilja hava meira

Håkan Ericson: vit vilja hava meira
Vit vilja hava meir, og eg haldi, at vit høvdu meir uppiborið í kvøld, segði føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, eftir 2-0 tapið fyri Eysturríki
09.10.2021 - 22:33

Håkan Ericson helt ikki, at føroyska landsliðið í fótbólti við monnum fekk tað, sum tað hevði uppiborið í 2-0 tapinum fyri Eysturríki í kvøld.

 - Vit vilja hava meira, og høvdu betur uppiborið í kvøld, segði Håkan Ericson eftir dystin.

 Venjarin nevndi skotroyndirnar, sum føroyingarnir høvdu, serliga fyri steðgin, og iðraði seg um mátan, sum eysturríksku málini vórðu skotin uppá.

 - Fyrra málið hjá teimum kom eftir ein av okkara stóru kjansum, har vit ikki koma rætt fram í trýstið, og seinna málið er eitt lortamál, segði Håkan Ericson við sjónvarpið hjá KVF.

 - Men tú krevur at hava eydnuna við tær, sum tú skalt fáa stig ímóti einum liði sum hesum.

Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik, har René Shaki Joensen, Jóan Símun Edmundsson og Ári Mohr Jónsson allir høvdu skotroyndir, men tað var kortini Konrad Laimer, sum legði Eysturríki framum eftir eitt gott og skjótt álop.

Seinna málið skoraði Marcel Sabitzer, tá skot hansara úr 20 metrum rakti, Gunnar Vatnhamar, snýtti Teit Matras Gestsson og fór í stongina og inn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 39 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457