- Vit spæla við hondbremsuni uppi

- Vit spæla við hondbremsuni uppi
- Í fyrra hálvleiki spæla vit við hondbremsuni uppi, og vit gera ekstremt nógvar tekniskar villur, sigur Bjarta Johansen, eftir 39-19 ósigurin fyri Danmark í dag
10.10.2021 - 19:45

Føroysku spælararnir komu sera illa frá byrjan í EM-undandystinum ímóti Danmark í dag. 

Øll vóru greið yvir, at Danmark var stórfavorittur í høllini á Hálsi, men tað kom kortini óvart á, at so lítið veiggj var í føroyska liðnum fyri steðgin.

 - Eg haldi, at serliga í fyrra hálvleiki spæla vit við hondbremsuni uppi. Vit gera ekstremt nógvar tekniskar villur, og tær verða revsaðar hvørja ferð, sigur føroyski strikuspælarin, Bjarta Johansen, sum var vónbrotin um úrslitið.

Føroysku venjararnir tóku time-out mestsum beinanvegin.

 - Vit spæla bara til síðuna og ongin koyrir á, og soleiðis var tað í høvuðsheitum ígjøgnum allan dystin, sigur Bjarta Johansen.

 - Og tá vit royna at broyta tað, spæla vit nógv ein og ein, og tað er heldur ikki gott. Tað var ikki fyrrenn nú ímóti endanum, at vit spæla , sum eitt lið, og tað er eitt sindur ov seint.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334