Fingu eina gylta løtu - vildu hava meir

Fingu eina gylta løtu - vildu hava meir
Klæmint Olsen, Hallur Hansson og Håkan Ericson fegnaðust um, at tað eydnaðist at skjóta mál ímóti sterka danska liðnum, men funnust at egnum spæli við bóltinum
13.11.2021 - 02:15

Føroyingar fingu gyltu løtuna í Parkini.

Fyri 31 árum síðan, mátti Peter Schmeichel skava bóltin úr egnum máli, og í gjárkvøldi mátti sonurin, Kasper Schmeichel gera tað sama.

í 1990 var tað Allan Mørkøre, sum skoraði; hesa ferð var tað Klæmint A. Olsen, sum fekk høvdið á, og Schmeichel og hinir misti flotta nullið í málprotokollini. 

 - Hon (løtan, red.) var øgiliga góð. Eg hevði eina støða, sum kanska var betri beint áðrenn, har eg raki málmannin, so eg skyldaði eitt og heldigvís kom tað, segði Klæmint Olsen, sum við sínum níggjunda landsliðsmálið leggur seg undir liðini á Toda Jónsson á málskjúttalistanum. Nú er bert Rógvi Jacobsen frammanfyri við sínum 10.

Bæði liðskiparin, Hallur Hansson, og venjarin, Håkan Ericson, vóru glaðir fyri, at tað eydnaðist at skjóta mál ímóti Danmark, men vóru ikki heilt nøgdir við avrikið kortini.

 - Vit høvdu nakrar góðar royndir at koma í álop í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin er tað spæl uppá eitt mál í ein hálvan tíma, segði Håkan Ericson.

 - Eg eri væl nøgdur við arbeiðsinnsatsin, og eg eri væl nøgdur við hvussu vit halda teimum frá málkjansum, men vit vinna ikki nóg nógvar bóltar, og tá vit gera, brúka vit hann ikki nóg væl. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749