Brandur mín: Símun syngur um Jesus, sum eisini er tattoveraður á kroppinum

Brandur mín: Símun syngur um Jesus, sum eisini er tattoveraður á kroppinum
Símun Skorastein hevur gjørt ein øðrvísi lovsong, sum er harðari og skitnari enn lovsangir flestir. Brandur mín eitur sangurin.
26.11.2021 - 11:30

Um aldarskiftið takkaði leirvíkingurin Símun Skorastein fyri seg og gavst sum bassleikari í bólkinum Krit.

Tað angrar hann í dag, tí bólkurin hevði fatur á onkrum.

Tað er eisini Kriti at takka, at Símun Skorastein sær út, sum hann ger í dag. Langt skegg og tatoveringar.

Símun Skorastein gavst ikki at gera tónleik.

Hann er farin solo.

Í dag kallar hann seg Kongur, og hevur givið nøkur stakløg út.

Tað nýggjasta, Brandur Mín, er ein lovsongur.

Vit hava hitt hann í kirkjuni í Hvannasundi, har hann nú býr.

Sí alla sendingina Lyst 45

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723