»Ró« 

»Ró« 
Róin Siggertsson og Pauli Magnussen framføra sangin Ró eftir Martini Joensen, sum ið gjárkvøldið fekk handað serstøku virðisløn landsins 2021.  
20.01.2022 - 10:20

Í 2018 skipaði sendingin Góðan Morgun Føroyar fyri atkvøðugreiðslu, har fólk skuldu atkvøða um, hvør var tann besti sangurin tey seinastu 50 árini.

Úrslitið var, at tað var sangurin Ró, ið fekk flest atkvøður og fekk heiðurin sum "besti sangur í 50 ár".

Martin Joensen eigur orð og lag og hann sigur stutt um sangin, at: "Sangurin snýr seg um at finna frið og koma burtur frá meldrinum. Sangurin er aktuellur til allar tíðir. Kanska serliga í dag"

Sangurin varð útgivin á plátuni hjá Vestmonnum í 1983.

 

1. Sólskinstøgn yvir okkum nú, luftin fevnandi mjúk, einsamøll, livandi, eg og tú, ósøgdu orðini siga mær alt.

Niðurlag: Jørðin okkara, himinin við døggváta grasið lær, áin lokkar og teskas um frið alla tíð verð hjá mær.

2. Sirmið sorgblíða silkibleytt svalir rodnandi húð, signað vit og av gleði mett, aldri var heimur so sannur sum nú.

3. Dagmett sól søkir niðublund, klokkan bíðandi slár, skýmingstrøll seta friðarfund, hoydi tú hamranna suðandi svar?  

4. Máni, vøkuljós ver í nátt, mjørki dýna ver tú, stíga vit so um dreymagátt, gandaði heimur, verð altíð sum nú.

5. Morgun, bíða tú kanst eitt bil, sov tær megi í nátt. Vøkumaðurin verja vil, teskar í tøgnini : “Alt vil tær gott, alt vil tær gott.”

Martin Joensen eigur orð og lag. 

 

Upptøkan við Róin og Paula er tikin upp í Vestmanna kirkju í november 2021.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985