Jan og Beinta raktu best

Jan og Beinta raktu best
Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag var einaráðandi, ímeðan Beinta Joensen tryggjaði Klaksvíkar Dartfelag sítt fyrsta føroyameistaraheiti í einsmansleiki í FM var um vikuskifti
07.02.2022 - 16:42

Jan McIntosh hevur verið einaráðandi í dart hjá einstaklingum í 2021, tað var eisini maðurin úr Havnar Dartfelag, sum fór avstað við FM-heitinum, nú tað varð avgjørt - eitt sindur seinkað - um vikuskiftið.

 - Eg legði væl út, og kom á odda 5-0, haldi eg, men eg var troyttur. Eg rakti ikki tað, sum eg vildi, sigur Jan McIntosh.

Hann vann samanlagt 7-1 í finaluni ímóti Peturi Thomsen úr D16.

Hjá kvinnum skrivaði Beinta Joensen søgu, tá hon tryggjaði Klaksvíkar Dartfelag sítt fyrsta føroyameistaraheiti. Hon vann eina spennandi finalu 4-3 á Lýdiu á Smið.

 - Eg hoyrdi tað nú aftaná, at eg hevði skrivað søgu fyri Klaksvíkar Dartfelag, so tað var ordiliga skeg, segði føroyameistarin.

Formaðurin í Klaksvíkar Dartfelag, Kristian Joensen, fegnaðist eisini um, at fyrsta einstaklingaheitið var komið undir land.

 -  Klaksvíkar Dartfelag er tað elsta felagið í Føroyum, so tað er øgiliga stórt hjá okkum at fáa tað fyrsta FM-heitið. Tað er fantastiskt, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563