
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Nýggja telduskipanin, Kervipluss, sum var tikin í nýtslu við skúlabyrjan í ár, riggar ikki í samskiftinum millum lærarar og næmingar, millum lærarar og foreldur, og eisini millum foreldur og børn.
Tað sigur Steintór Rasmussen, lærari í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvik.
Hann vísir á, at samskiftið millum lærarar og foreldur og millum næmngar og lærarar er undir trýsti, tí nú skal samskiftast á skíggja.
Kervipluss er nýggja telduskipanin í undirvísingarverkinum, sum Undirvísingarstýrið hevur ment at brúka til skráseting og samskiftið. Hhar kunnu lærarar føra protokoll og geva heimaarbeiði.
Eyðun Gaard, stjóri á Námi, heldur, at natúrliga samskiftið kann halda fram, hóast skúlar nú hava fingið Kervipluss.
Steinór Rasmussen og Eyðun Gaard vóru í Breddanum fyrrapartin:
Allur Breddin kann hoyrast her.