Fjarhitin er framvegis ov dýrur

Fjarhitin er framvegis ov dýrur
Ein bati, men prísurin er framvegis ov høgur. Tað halda eigarafeløgini um nýggja príspolitikkin hjá Fjarhitafelagnum, sum nú ikki skal verða stýrdur av oljuprísinum
Fjarhitafelagið hevur fingið nýggjan príspolitikk
08.02.2022 - 19:36

Hetta er ein bati.

Tað heldur áhugafelagið Skynsamur Fjarhiti um nýggja príspolitikkin hjá Fjarhitafelagnum.

Men fjarhitin er framvegis ov dýrur eftir teirra tykki.

Sunnukvøldið segði nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, at prísurin fer nú at standa í stað.

85 oyru per kilowatt. 

Annars hevur oljuprísurin stýrt prísásetingini hjá Fjarhitafelagnum.

Tróndur Sigurðsson vil ikki gera sjónvarpssamrøðu í dag.

Kanningina, sum nevndarformaðurin vísir til, vil hann heldur ikki geva innlit í.

Grundgevingin er, at hon er ikki búgvin til almenna nýtslu - tað verður hon helst seinni í ár.

Fjarhiti er avlopshiti frá brennistøðini á Hjalla og frá SEV-verkinum á Sundi, sum kann gagnnýtast.

Tí eigur tað eisini at vera skipa á hædd við aðrar grønar orkuloysnir.

Men loksins kenna eigarafeløgini seg hoyrd.

Umleið 1.600 brúkarar eru bundnir í fjarhitaskipanina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730