Føroysk filmsvinna ring kor

Føroysk filmsvinna ring kor
Hannis Martinsson kundi tosað føroyskt, um størri fíggjarligur stuðul kom úr Føroyum. Tað heldur Pætur M. Dahl, filmsframleiðari. Hann eftirlýsir betri kor til filmsvinnuna.
08.02.2022 - 17:43

Sendirøðin TROM er eitt bragd, framt av Jón Hammer og Torfinni Jákupsson. Tað heldur Pætur Marjunarson Dahl, sum er royndur filmsframleiðari. Men framleiðararnir av TROM hava megnað bragdi hóast ring kor hjá føroyskari filmsvinnu. 

- Hevði fíggjarligur stuðul komið úr Føroyum frá byrjan, kundi ræðisrætturin eisini ligið í Føroyum. Kanska kundi Hannis Martinsson so tosað føroyskt og ikki danskt, sigur Pætur Marjunarson Dahl. 

Hann eftirlýsir, at føroyskir myndugleikar ikki einans skapa góð kor fyri útlendska filmsframleiðslu í Føroyum, men eisini fyri sjálva føroysku vinnuna - tey, sum arbeiða við filmi í Føroyum. 

- Tað letur seg snøgt sagt ikki gera at liva av at gera føroyskar filmar. Í míni 11 ár í filmsvinnuni havi eg verið lágløntur og als ikki løntur summi tíðarskeið, og tað eru í høvuðsheitinum útlendskar verkætlanir, sum hava rindað mær løn fyri ymsar uppgávur, sigur Pætur Marjunarson Dahl. 

Jón Hammer, framleiðari av TROM sigur, at tað er serstakliga stroymingartænastan Viaplay, sum fíggjar TROM. Og Viaplay hevur sostatt eisini í stóran mun avgerðarrættin. 

- Tá vit eru ósamd, fara vit í eitt samskifti, og vit hava tapt nakrar dystir móti Viaplay. Men vit kalla kortini sendirøðina fyri eina føroyska sendirøð, meðan Viaplay marknaðarførir sendirøðina í dag sum eina danska sendirøð, sigur Jón Hammer. Hann vísur á, at fyri TROM hevur tað sum so ikki stóran týdning, um sendirøðin er ein føroysk ella donsk sendirøð. Hann hevði ynskt sær, at Hannis Martinsson tosaði føroyskt, men vísur á, at tá Viaplay vísti áhuga fyri sendirøðini var tað eisini eitt krav, at høvuðsleiklutin skuldi ein kendur, altjóða sjónleikari hava. 

- Vit umrøddu í byrjanini, um vit ynsktu at gera verkætlanina við einum donskum Hannis, men tað bleiv skjótt til ein spurning um vit í heila tikið vildu framleiða TROM. Og tá valdu vit sjálvandi at gera sendirøðina við teimum treytum, sum vit høvdu, sigur Jón Hammer. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655