VIDEO: Á royndartúri við nýggja Christiani í Grótinum

VIDEO: Á royndartúri við nýggja Christiani í Grótinum
Nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Christian í Grótinum, liggur í løtuni í Skagen. Hósdagin var skipið ein royndartúr, har trolútgerðin varð roynd, og Kringvarpið var við
Grímur Vang, Christian í Grótinum Manningin á Facebook
Nýggi Christian í Grótinum Nýggi Christian í Grótinum er útgjørdur við nútímans útgerð, og sniðið á skipinum er eisini serstakt
19.02.2022 - 11:43

"Túrurin gekk avbera væl," sigur Bogi Rasmussen, skipari, tá nýgg Christian í Grótinum var ein royndartúr hósdagin, fyri at royna troútgerðina.

Christian í Grótinum er bygdur í Skagen, og tað er skipasmiðjan Karstensen, ið hevur staðið fyri arbeiðnum. Skipið liggur enn í Skagen, men kemur væntandi til Føroya um tvær vikur. 

Nýggi Christian í Grótinum er útgjørdur við nútímans útgerð, og sniðið á skipinum er eisini serstakt. 

Teir vanligu royndartúrarnir eru gjørdir, og Bogi Rasmussen sigur, at nú skal skipið gerast liðugt, áðrenn teir kunnu sigla heim.

Christian í Grótinum kostar 300 milliónur krónur.

Meira verður at frætta um nýggja Christian í Grótinum í Degi og viku mánakvøldið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744