Systkin stýra hvør sínum kurvabóltsfelag

Systkin stýra hvør sínum kurvabóltsfelag
Magnus Jakobsen og Anna Petersen kappast um føroysku kurvabóltstrónuna. Tey standa nevniliga á odda fyri ávíkavist Spordrekanum og Hamar, sum spældu FM-finalur um vikuskiftið
26.04.2022 - 18:56

Áhugin fyri kurvabólti kom fyri nógum árum síðani.

 - Tá var tað deiliga einfalt, minnist Magnus Jakobsen.

 - Tá tosaði tú um eitt ruskstativ við einum eplasekki í. Tað varð nýtt til kurv, og so hevði tú ein bólt, og so var tað gott nokk til at spæla kurvabólt.

Anna Petersen varð eisini smittað av alskinum til amerikanska ítróttin. 

Seinni varð Hamar stovnað í Havn - fyrsta felagið í Føroyum - men eingin var at spæla ímóti fyrstu nógvu árini, og tí valdu Magnus Jakobsen og aðrir at byrja nýtt felag, Sporðdrekan, sum tók dystin við Hamar upp.

Síðan eru Ravnur av Toftum, Hávur í Klaksvík og Nykur í Vágum komin afturat í kappingini hjá monnum.

Standa á odda fyri hvør sínum felag

Systkinini bæði standa í dag á odda í hvør sínum felag. Anna Petersen er forkvinna í Hamar, meðan Magnus Jakobsen stýrir Sporðdrekanum.

 - Tað er stuttligt at kappast ímóti stórabeiggja, sigur Anna Petersen.

 - Sum systkin kappast tú altíð eitt lítið sindur, og nú kappast vit í kurvabólti. Tað er fínt, leggur Magnus Jakobsen afturat.

Tá finalurnar um føroyameistaraheitið vórðu spældar um vikuskiftið, sótu tey bæði lið um lið og rópaðu.

 - Ja, á hvør sítt lið, sigur stóribeiggin.

 Fella nøkur keðilig orð?

 - Ikki okkara millum. Tað, sum sigast skal, verður sagt á vøllinum, sigur lítlasysturin.

Tað var Magnus Jakobsen, sum smíltist mest um vikuskiftið, tí Sporðdrekin vann FM-heitið hjá bæði kvinnum og monnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576