- Tíðindi, mentan og ítróttur
Judo: Altjóða kapping hepnaðist væl
- Eg haldi, vit eru klár til oyggjaleikir.
Tað sigur Sanna Nolsøe Djurhuus eftir væleydnaða altjóða kapping, sum Judo Føroyar skipaði fyri í skúlanum á Fløtum í Havn um vikuskiftið.
45 íðkarar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Bretlandi royndu seg kappingini, sum er liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar í Føroyum næsta summar.
- Fyrst og fremst hava vit havt ordiliga nógvar góðar dystir á máttuni. Tað var tað týdningarmesta, men vit hava eisini lært ordiliga nógv viðv. fyriskipan, hvussu vit skulu gera, segði Sanna Nolsøe Djurhuus, skrivari í Judo Føroyar og fyrireikari av kappingini.
- Vit hava gjørt akkurát soleiðis, sum vit skulu gera tá. Vit hava verið í somu hølum, vit hava havt altjóða dómarar, vit hava havt altjóða fyriskiparar, sum hava lært okkara egnu dómarar og fyriskiparar, og tað hevur riggað ordiliga væl, segði Sanna Nolsøe Djurhuus.
Dómararnir elektroniska hjálp
Kappast var í bólkunum U15, U18 og vaksin - umframt opnum bólki, og fleiri av føroya bestu íðkarum vóru komnir til Føroya at royna seg.
Tveir toppdómarar, ið vanliga døma EM og HM kappingar, komu heim at førleikamenna føroyskar dómarar og sjálvboðin. Radiosamskifti varð nýtt ímillum dómaran og dómaraborðið – og dómarin kundi eisini biðja dómaraborðið um videohjálp, um hann ivaðist í dømingini.
Í samband við kappingina, var eisini skipað fyri venjingarlegu, har Ayumu Minakoshi og Gen Yonenaga, fulltíðar judovenjarar úr Japan, undirvístu.
Á venjingarleguni var aldursmarkið sett niður til U13 og heilt upp til vaksin, so at fleiri føroyskir íðkarar fingu munagóða venjing frá hesum báðum meistarunum.
Á venjingarleguni vóru íðkarar úr øllum feløgum í Føroyum - og gestirnir úr íslandi,



























