Loysnin á lúsatrupulleikanum

Loysnin á lúsatrupulleikanum
Hetta er loysnin, skulu vit ala laks uttan ógvusligar trupulleika av laksalús, sigur Atli Gregersen, nú fyrstu smoltini hjá Hiddenfjord fara í lokaðar ringar á Sørvágsfirði.
02.06.2022 - 18:20

Íløgan er rættuliga stór, tilsamans 140 milliónir krónur. Men afturfyri fær Atli Gregersen eina aling, stórt sæð leysa av laksalúsini:

Eftir hvítusunnu fara fyrstu smoltini av støðini á Fútakletti í fýra ringarnar - sonevndar lokaðar eindir - sum liggja innarlaga á Sørvágsfirði:

Hvørjar 50 minuttir verða allir 15.000 kubikkmetrarnir av sjógvi í ringinum útskiftir. Umframt at verja laksin móti laksalúsini, so gevur tað møguleikar at stýra umhvørvinum, har laksurin svimur.

Smoltini av støðini á Fútakletti eru umleið 600 gram, tá tey verða slept í hesar lokaðu eindirnar. Og her svimja tey, til tey eru tvey kilo stórur laksur, sum síðani verður fluttur í vanligar aliringar longri úti á Sørvágsfirði.

Skarnið frá fiskinum í lokaðu eindunum verður savnað og pumpað teir tveir kilometrarnar út um Múlan, út á streymasjógv.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655