Christian Høgni og Kurt tryggjaðu Føroyum sigurin

Christian Høgni og Kurt tryggjaðu Føroyum sigurin
Christian Høgni skeyt sítt fyrsta mál fyri landsliðið, og Kurt Mørkøre økti, tá Føroyar vunnu 2-0 á útivølli á Luksemburg í mars 2001
07.06.2022 - 14:47

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kemur Christian Høgni Jacobsen á vøllin fyri Toda Jónsson, og runavíkingurin er á rætta stað, tá 12 minuttir eru eftir at spæla.

Øssur Hansen verður sendur avstað vinstrumegin, og Christian Høgni Jacobsen er fyrstur á innlegginum við nærru stong og setir bóltin í netið.

Bert fýra minuttir seinni er kviki framherjin aftur upp á spæl. Hann fær fatur á einum leysum bólti, spælir eitt-tvey við Kurt Mørkøre og sendir síðan fótin fyri føturnar á framherjanum úr Klaksvík, sum økir um føroysku leiðsluna.

Føroyar vinna 2-0.

Sí hæddarpunktini úr dystinum í innslagnum omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860