Mitt í fótbóltsdreyminum

Mitt í fótbóltsdreyminum
Tað gongur skjótt hjá Martini Agnarssyni. Fyrr í ár skifti hann úr B36 til Viborg, og nú er 18 ára gamli bakkurin á landsliðnum fyri fyrstu ferð
Hans Erik Danielsen/FSF
Martin Agnarsson livir mitt í fótbóltsdreyminum í hesum døgum
15.11.2022 - 15:42

 - Eg kundi ikki biðið um meir.

Tað staðfestir 18 ára gamli Martin Agnarsson, og tað er ikki so løgið.

Tí fótbóltstilveran hjá kvika bakkinum flytir seg við nógvari ferð frameftir í løtuni. Í summar skifti hann B36 út við Viborg, og nú er hann við í A-landsliðshópinum hjá Håkani Ericson fyri fyrstu ferð.

 - Tað er hent sera nógv upp á øgiliga stutta tíð, sigur Martin Agnarsson, og hann ger ikki ov nógv av.

Viborg er eitt felag í stórari menning, og í løtuni liggja teir grøna á 2. plássi í donsku superliguni. Martin Agnarsson fekk skjótt pláss í dystarhópinum, og nýliga fekk hann eisini fyrstu minuttirnar í landskappingardysti.

 - Tað er ein uppliving at vera við til dystirnar og síggja øll hesi fólkini, sum koma at hyggja og vita, at 'tú kanst í roynd og veru spæla her', greiðir Martin Agnarsson frá.

Hann ætlar sær at arbeiða hart fyri at fáa meir tíð á vøllinum hetta kappingarárið, men fyrst eru venjingardystirnir ímóti Kekkia og Kosovo á skránni, og har er málið tað sama.

 - Eg vóni at sleppa at spæla eitt sindur. Tað er ein dreymur at sleppa at spæla á landsliðnum, so um tað hevði hent, er tað enn ein dreymur, sum verður veruleiki, sigur Martin Agnarsson.

Kringvarpið tosaði við Martin Agnarsson í gjár. Sí samrøðuna omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308