Gunnar og Sølvi Vatnhamar: - Back to basics

Gunnar og Sølvi Vatnhamar: - Back to basics
Stórtapið fyri Kekkia smakkaði føroyska fótbóltslandsliðnum illa, og nú ræður um at "gera tað gott aftur" ímóti Kosovo leygardagin, siga Sølvi og Gunnar Vatnhamar
18.11.2022 - 22:40

Teir vilja fegnir gera tað gott aftur.

Sølvi og Gunnar Vatnhamar, beiggjarnir úr Víkingi, eru báðir vónbrotnir um stórtapið fyri Kekkia mikudagin og ætla at gera tað gott aftur, tá ið Kosovo tekur ímóti í Pristina.

 - Vit eru vónbrotnir, men síggja fram til næsta dyst og vilja fegnir bøta um skaðan og gera tað gott aftur, sigur Gunnar Vatnhamar, sum spældi ein av sínum ringastu landsdystum mikudagin.

 - Óbehagiligt at vera á vøllinum

Sølvi Vatnhamar dylur ikki fyri, at fyrsta løtan í Olomouc, tá ið Kekkia skeyt trý mál upp á 10 minuttir, var vánalig.

 - Serliga ta fyrstu løtuna var tað óbehagiligt at vera á vøllinum, staðfestir hann.

 - Teir spældu væl, fingu okkum at renna, funnu loysnir í bakrúmi, millumrúmi og í síðunum, og vit fingu ikki steðga nøkrum, hóast vit vóru væl fyrireikaðir.

Skulu longur fram at steðga Kosovo

Leikætlanin fer at líkist henni ímóti Kekkia, væntar Sølvi Vatnhamar.

 - Vit skulu nokk liggja eini 10 metrar longri frammi á vøllinum við miðketuni, og verjan má fylgja við, so vit kunnu gera tað truplari fyri teir, sigur royndi miðvallarin.

Hóast talan er um venjingardyst, skal úrslitið leygardagin vera munandi betri.

 - Tað er einki stuttligt at tapa 5-0. Fortel mær, um nakar tímir at tapa, eingin tímir at tapa, og tað vilja vit heldur ikki gera í morgin. Vit fara inn fyri at vinna, tað er einki, sum eitur, sigur Gunnar Vatnhamar.

Nakrar broytingar

Á tíðindafundi undan venjingini fríggjadagin segði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, at hann ætlaði at gera einar fýra broytingar í byrjanaruppstillingini. 

Tann eina er sjálvsøgd. Gunnar Nielsen, sum stóð í málinum ímóti Kekkia, er farin heim við skaða, og so skulu Mattias Lamhauge og Bárður á Reynatrøð kappast um plássið millum stengurnar. Håkan Ericson vildi ikki avsanna, at teir kanska fáa ein hálvleik í part.

Dysturin ímóti Kosovo verður sendur í sjónvarpinum frá klokkan 16.50.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964