VIDEO: Anleggið kann framleiða 2400 tunnur av whisky um árið

VIDEO: Anleggið kann framleiða 2400 tunnur av whisky um árið
Whisky-framleiðslan er byrjað í virkisbygninginum hjá Faer Isles Distillery í Vestmanna. Kom ein túr við Dániali Hoydal, stjóra, runt á anlegginum 
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
28.01.2023 - 19:38

Gamla anleggið, ið Faer Isles Distillery hevur framleitt ginn, vodka og akvavitt til føroyska marknaðin við seinasta árið, er ein dvørgur í samanberingini við nýggja whisKy-anleggið hjá felagnum. 

Nýggja anleggið í Faer Isles Distillery kann framleiða yvir 2400 tunnur av whisky um árið. 

Ætlanin er tó at byrja við at framleiða 600 tunnur um árið, sum verða lagdar at búnast í spennandi goymslubygninginum, sum er í gerð oman fyri Kvívík. 

Fríggjadagin 27. januar var hátíðarløta í Faer Isles Distillery, sum heldur til á bryggjuni í Vestmanna, í sambandi við, at framleiðslan av whisky varð sett í gongd. 

Vit vóru ein rundtúr á nýggja anlegginum saman við Dániali Hoydal, stjóra. 

 

Sí eisini myndarøð av nýggja anlegginum og barrini, ið eisini er partur av Faer Isles Distillery í Vestmanna. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108