FYRIMYNDIN 2022: - At gevast at venja er ikki ein møguleiki

FYRIMYNDIN 2022: - At gevast at venja er ikki ein møguleiki
Vágbingurin, Róland Toftum, hevur svomið á høgum stigið síðan hann var sjey, hóast hann er illa darvaður av bæði astma og gigt. - At gevast er ikki ein møguleiki, sigur hann
31.01.2023 - 10:16

Alt byrjaði við einum brotnum armi.

Tá Róland Toftum var óheppin sum sjey ára gamal, fekk hann boð um at fara í svimjihylin at venja løstaða armin uppaftur.

 - Tað var ein góður idé, sigur 24 ára gamli vágbingurin.

Eftir hetta brúkti hann alla sína frítíð í vatninum, og skjótt var greitt, at hann hevði gott hegni í hylinum.

 - Tá okur sum venjarar hyggja eftir evaríkum fólkum, er tað øgiliga sjáldan, at tú finnur ein, sum hevur bæði vakstrarlag, teknikk og viljan. Oftast hava fólk bara annað, og tað røkkur bara so langt. Hjá honum sá mann fyri sær, at 'the sky is the limit', sigur fyrrverandi venjari Rólands, Jón Bjarnason.


Ringur tapari

Sìðan hevur 24 ára vágbingurin vunni Susvim og Føroyum eitt ótal av heiðursmerkjum og mettíðum - bæði í Føroyum í í alskyns altjóða kappingum.

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan sum svimjara?

Róland smílist, áðrenn hann svarar.

 - Tað sum stendur á talvuni, svimji eg, sjálvt um mann kanska letur eitt sindur illa at, um tað verður ov langt. Er tað max, er tað hart, so verður tað svomið max, og tað verður svomið hart, sigur hann so.

 - Eg dámi ikki at tapa. Eg eri ein øgiliga ringur tapari. Hava okur spøl innanhýsis til vennjing, verður tað øgiliga ofta dømt ímóti mær fyri at fáa meg í ringt lag. So hava øll hini tað stuttligt, viðgongur hann. 


Sjúka hevur darvað

Júst hesir eginleikarnir - treiskni og viljin at vinna - eru komnir væl við hjá Rólandi tey 17 árini, hann hevur baksast í svimjihylum kring landið.

Tí tað hevur á ongan hátt verið lætt. Vágbingurin var sum 9-10 ára gamal raktur av astmu, og bert fýra ár seinni varð staðfest, at hann hevur giktsjúkuna, Morbus bectherew, sum hevur bæði pínu og stívleika við sær.

 - Tað hevur verið øgiliga hart til tíðir, men tá hann ikki gevur upp, kunnu okur tað heldur ikki, sigur mamman, Yvonna Toftum.

 - Tá tú gert ítrótt er styrkivenjing ein stórur partur, og har eri eg ikki altíð førur fyri at gera tað, sum skal til, av stívleika og pínu, men mann roynir at tonsa ígjøgnum tað, sigur Róland.

Júst tað hevur hann gjørt øll árini, sjálvt um mamman meir enn einaferð mótmælti við læknaváttan í hondini. 


Av sjúkrahúsi í hylin

Eitt gott dømi um viljan hjá Rólandi at kappast í hylinum var, tá hann stutt fyri FM-kapping í langhylinum í Pálshøll varð innlagdur á sjúkrahús. Tá vikuskiftið kom og svimjast skuldi, var Róland kortini á startlistanum. Hesa hendingina minnist formaðurin í Susvim, Marlon Kjærbo, væl:

 - Róland møtir gudhjálpimær upp, og eg sigi við hann: "Hvat sigur læknin til, at tú fert at svimja?" Róland svarar: "Hann segði, at tú kanst ikki svimja, tí tú fært ikki luft, tú fært ikki andað." Hvat segði tú so? "Jamen, so svimji eg uttan at anda!"

Hvussu var og ikki, Róland vann tríggjar av teimum fýra teinunum, sum hann stillaði upp í.

Formaðurin rósar yvirhøvur Rólandi fyri altíð at vera til reiðar at hjálpa, tá felagið hevur tørv á fólki at selja lutaseðlar, fýrverk og annað.

 - Tá er Róland altíð fremst. Hann stendur altíð klárur, sigur Marlon Kjærbo.


 - At gevast er ikki ein møguleiki

Róland Toftum heldur, at hann kundi verið komin longri sum svimjari, um hann var frískur. 

Hann hevur kortini ongantíð vilja gramt seg.

 - Hann vil ikki lata sjúkuna stýra sær, hann vil heldur stýra sjúkuni, sigur mamman, og vinkonan, Sára Ryggshamar Nysted, váttar hetta.

 - Vit hava vita tað, men hann hevur duga væl at goyma tað. Hann er ikki ein, sum grenjar. Tað kundi hann ikki funnið upp á, sigur hon.

 - Hann grenjar kanska heldur um, at hini grenja.

Í staðin setir Róland, sum síðstu árini hevur lært til maskinsmið, sær alsamt nýggj mál.

 - Tá tú ert nøgdur, ert tú ferdigur. Sjálvt um eg eri glaður fyri tey úrslit, sum eg havi fingið, so vil mann altíð meir.

Tað er kanska serliga galdandi hjá einum, sum er í støðuni hjá Rólandi. At gevast at venja er heilt einfalt ikki ein møguleiki.

 - Avleiðingarnar av at gevast at venja - eg ræðist tær eitt sindur - so eg royni heldur at koyra á so nógv, sum eg kann.

Róland Toftum er í uppskoti til heiðurin ítróttafyrimyndin 2022, sum Ítróttasamband Føroya letur á árliga ítróttafagnaðinum 4. februar.




 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010