Róland og Lea nýggj føroysk svimjimet

Róland og Lea nýggj føroysk svimjimet
Tvey føroysk met og fleiri heiðursmerki komu til høldar, tá nógvir føroyskir svimjarar kappaðust í stóru Reykjavík International-svimjikappingini um vikuskiftið
30.01.2023 - 12:34

Róland Toftum og Lea Osberg Højsted settu nýggj føroysk met á Reykjavík International Games.

Lea Osberg Højsted úr Ægir í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá hon í innleiðandi riðlunum svam teinin upp á 34.31 sekund. Ásbjørg Hjelm átti gamla metið, sum var 34.45.

Róland Toftum úr Susvim setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil við tíðini 29.36 sekund. Hann átti sjálvur gamla metið á 29.43 sekund frá Danish Open í 2017.

Nøkur føroysk heiðursmerki komu eisini til høldar. Líggjas Joensen úr Ægir vann 1500 metur frí, Isak Brisenfeldt úr Havnar svimjifelag fekk silvur í 100 metur firvald, Lea Osbjerg Højsted fekk bronsu í bæði 50 og 100 metur bringu, og tað fingu Líggjas Joensen og Heini Askham úr Ægir eisini í ávíkavist 200 metur frí og 200 metur medley.

Harafturat vunnu føroyingarnir 9 gull, 6 silvur og 10 bronsur í yngru bólkunum.


 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860