Fyrireika seg til EM-undankapping

Fyrireika seg til EM-undankapping
Føroyska kvinnulandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst. Sum liður í fyrireikingunum spæla Føroyar tveir dystir ímóti Finnlandi
03.04.2023 - 20:49

Føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum er farið undir fyrireikingarnar til EM-undankappingini, sum byrjar í heyst.

Sum liður í hesum, spæla Føroyar tveir venjingardystir ímóti Finnlandi. Dystirnir vera týsdag og mikudag

 - Spælararnir hyggja við spenningi fram ímóti undankappingini, og vit hava sett okkum mál, sum byrja longu nú við dystunum ímóti Finnlandi, sigur ítróttastjórin í Hondbóltssambandi Føroya, Mark Lausen-Marcher.

Hann tekur sær av landsliðnum fyribils saman við Finni Hanssyni, meðan leitað verður eftir avloysara fyri Sonni Larsen, sum takkaði fyri seg fyri kortum.

 - Finnland er eitt av liðunum, sum vit kunnu hitta í undanspælinum, og tí er hetta ein góð roynd hjá liðnum at vita, um vit hava neyðugu styrkina at kappast um EM-pláss, sigur Mark Lausen-Marcher.


Skjótt spæl í miðdeplinum

Eins og hjá manslandsliðnum, verður stórur dentur lagdur á skjótt og ágangandi álopsspæl hjá kvinnunum.

 - Vit halda eisini, at vit hava røttu týpurnar. Jana (Mittún, red.) og Súna (Krossteig Hansen, red.) hava gingið fremst í so máta, men nú hava vit eisini tikið Mariu Pálsdóttir Nólsoy við, sum dugir væl at bjóða av ein ímóti einari, greiðir Mark Lausen-Marcher frá. Bøtast skal eisini um verjuspælið, sigur venjarin, so málverjarnir fáa so góðar arbeiðstreytir sum gjørligt.

Sum ítróttastjóri stendur Mark Lausen-Marcher á odda fyri arbeiðnum at finna nýggjan landsliðsvenjara, og hann sigur, at fleiri eru áhugaðir, men ikki allir eru áhugaverdir.

 - Vit arbeiða skjótt, men nágreiniliga. Sjálvandi vilja vit hava tað upp á pláss skjótast gjørligt, men vit gera okkum ómak fyri at finna rætta persónin, sigur Mark Lausen-Marcher.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115