Sparing rakar ikki arbeiðið at styrkja um PISA-úrslitið

Sparing rakar ikki arbeiðið at styrkja um PISA-úrslitið
Føroyskir næmingar eru farnir munandi aftur í lesing, samstundis sum Nám og Undirvísingarstýrið skulu spara tríggjar milliónir krónur næsta ár
Mynd: Savn.  
 
03.10.2026 - 14:22

Føroyskir næmingar eru farnir munandi aftur í lesing, samstundis sum Nám og Undirvísingarstýrið skulu spara tríggjar milliónir krónur næsta ár.

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, sigur, at sparingin fer ikki at raka arbeiðið við at styrkja lesiførleikan og betra PISA-úrslitið

Frá 1. januar verða Nám og Undirvísingarstýrið løgd saman, og í fíggjarlógaruppskotinum stendur, at samanlagdi stovnurin skal spara tríggjar milliónir krónur í 2027.

Men hóast samanlagdu stovnarnir skulu spara tríggjar milliónir krónur, so væntar Hjalmar Hansen - sum skal standa á odda fyri samanleggingini - at tað fer ikki at merkjast í arbeiðinum við at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum og betra PISA-úrslitið næstu ferð.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1835942

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775