Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta endaspælið stendur upp á spæl
Fyrsta endaspælið stendur upp á spæl
Í seks royndum er tað ikki eydnast føroyska hondbóltslandsliðnum at vinna á Ukraina, men tá londini hittast mikukvøldið, er sigurin ein treyt, um Føroyar skulu í EM-endaspælið
24.04.2023 - 18:44
Føroyska hondbóltslandsliðið við monnum noyðist at fáa sín fyrsta sigur á Ukraina, um dreymurin um EM-endaspælið í Týsklandi ikki skal doyggja.
- Vit eru ernir av, at vit framvegis kunnu avgera egna lagnu, nú síðstu umførini verða spæld, sigur landsliðsvenjarin, Peter Bredsdorff-Larsen.
EM-roknistykki hevur nógvar variablar, men fyrsta treyt er ein sigur á Ukraina. Eitt lið, sum Føroyar í seks royndum ongantíð hava vunnið á.
- Tað verður torført, men sjálvandi trúgva vit upp á okkara møguleika, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
- Serliga á heimavølli í Havn hava vit vænt okkum og viðhaldsfólkini við, at vit megna at spæla upp ímóti teimum bestu.
Størsti dysturin í føroysku hondbóltssøguni?
Fyri einum ári síðan, spældu Føroyar tveir play-off dystir ímóti týsku risunum um pláss í HM-endaspælinum. Hóast avrikið á heimavølli var frálíkt, var HM-møguleikin longu rokin eftir tap í Kiel.
Nú stendur EM-pláss upp á spæl, og ilt er at yvirmeta týdningin og støddina av dystinum mikukvøldið.
- Tað er tað, sum er so stuttligt í føroyskum hondbólti í løtuni. Søga verður skrivað í heilum, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
Ein kapittul skal skrivast afturat mikukvøldið, og skal hann verða góður, skal føroyska liðið endurtaka góðu tættirnar frá heimasigrinum á Rumenia.
- Men vit skulu eisini taka í aftur okkurt av tí, sum vit gjørdu á útivølli ímóti Ukraina (har úrslitið gjørdist 29-25 tap red.). Har spældu vit ein fínan verjudyst. Bert Turchenko, sum er teirra stóri toppskjútti, tók okkum eitt sindur á bóli, og tað má hann ikki sleppa hesa ferð, sigur landsliðsvenjarin.
Hugsa bert um sigurin
Í fyrstu atløgu skal dysturin ímóti Ukraina vinnast. Tað er kortini ikki vist, at tað er nóg mikið til pláss í endaspælinum í Týsklandi í januar.
Í bardaganum um triðja plássið í bólkinum, kann tað tí gerast avgerandi, at hava betri innanhýsis úrslit ímóti ukrainum. Til tað krevst ein sigur upp á fimm mál ella meir. Hóast hetta eisini eydnast, er EM-plássið ikki tryggjað, og tí savnar venjarin seg um at taka eitt fet í senn.
- Tað einasta, vit vita við vissu, er at vit mugu vinna. Um vit vinna, kunnnu vit framvegis avgera alt sjálvir við at fáa stig ímóti Eysturrík, og tað er eitt gott útgangsstøði, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
- So nú skulu vit av øllum avli savna okkum um at vinna, og um møguleikin at vinna við meir enn einum stingur seg upp, gera vit sjálvandi tað.
Elias á Skipagøtu er í dystarvenjing, og verður ein av lyklunum til sigur á Ukraina
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV