Kundi verið betri, men sanniliga eisini nógv verri

Kundi verið betri, men sanniliga eisini nógv verri
Hjálparvenjarin hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Julian Johansen, var rímiliga væl nøgdur við, at Føroyar skulu spæla ímóti Norra, Slovenia og Póllandi í Berlin
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
10.05.2023 - 19:04

 - Tað kundi verið betri, men sanniliga eisini nógv verri.

Tað segði nýggi hjálparvenjarin hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti, Julian Johansen, eftir EM-lutakastið, sum sendi Føroyar til Berlin at spæla ímóti Norra, Slovenia og Póllandi í januar.

Norra var í ovasta styrkisbólki, og tað verður sjálvandi ein stór avbjóðing hjá Føroyum at spæla ímóti stjørnubakkinum, Sander Sagosen, og hinum norsku stjørnunum.

Slovenia og Pólland eru eisini góð lið, men Julian Johansen heldur kortini, at tey eru til at tosa við.

 - Eg vil siga, at tey eru rættiliga jøvn, og tað, sum sermerkir tey bæði, er, at tey eru í nøkulunda sama styrkislagi sum Eysturríki, beint oman fyri Kekkia og Rumenia, segði Julian Johansen.

- So hetta eru lond, sum vit so líðandi kunnu spæla upp ímóti, men tað merkir, at vit skulu hava ein dag, har alt riggar, meðan tey ikki skulu hava sín besta dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. mai
Bolero - World New Music Days
192350
Sunnudag 25. mai
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
192348
Leygardag 24. mai
Jambalaja - 240525
192336
Leygardag 24. mai
Upp á tá - 230525
192325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. mai
Andakt
192349
Sunnudag 25. mai
Møti úr Ebenezer í Havn
192356
Leygardag 24. mai
Grønir fingrar (1:3) - teknmálstulkað
192322
Leygardag 24. mai
Útilív 6:6 - teknmálstulkað
192321
Leygardag 24. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192319