Mótrokningin skal broytast á nýggjárinum

Mótrokningin skal broytast á nýggjárinum
Helgi Abrahamsen er ikki nøgdur, nú Margit Stórá hevur sagt, at hon ikki ætlar sær at strika mótrokningina av pensjónum. Hann vísir til samgonguskjalið
 
05.07.2026 - 14:03

Sámal Petur í Grund, formaður og tingmaður fyri Sjálvstýri, hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, grein 52-fyrispurning, har hann m.a. spyr, um hon hevur nakrar ætlanir um at strika mótrokningina av arbeiðsinntøku hjá fólkapensjonistum.

Tað ætlar hon ikki.

Svarið hevur fingið Helga Abrahamsen at gera vart við tað, sum samgonguna hevur avtalað í samgonguskjalinum.

Samonguskjalið
- Tað, sum undrar meg og okkum í Sambandsflokkinum, er, at hon argumenterar ímóti at gera broytingar í heila tikið.

- Men vit hava altso gjørt semju um, at vit skulu seta mótrokningina upp á 300.000 krónur um árið. Og vit vænta, at hon kemur við uppskoti eftir ólavsøku, so tað kann koma í gildi 1. jnuar 2027.

Spurdur um flokkarnir eru ósamdir í samgonguni svarar Helgi Abrahasen, at grundleggjandi eru fólkini ósamd, og tí gjørdu tey eina semju, eitt kompromis, sum tey øll stóru aftanfyri. Og hann gongur út frá, at tað er tað, sum verður gjørt.

Mótrokning av pensjónum
Í dag er skipanin soleiðis, at fólk kunnu forvinna sær aðra inntøku, uttan at tað ávirkar fólkapensjónina. Men er hon hægri enn eitt vist, í dag eitur talið 61.900, so verður pensjónin mótroknað við 20 prosentum av inntøkuni.

Sum sagt ætlar samgongan at hækka upphæddina, sum pensjonistar kunnu forvinna uttan mótrokning upp í 300.000 krónur um árið.

Men sjálv mótrokngingin skal tá hækkast úr 20 upp í 30 prosent.

Hoyr innslag úr Úrtvarpstíðindunum.

1820941

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262