Føroyar - Albania: Dirvi og betri avgerðir

Føroyar - Albania: Dirvi og betri avgerðir
Meir skal leggjast fyri í álopsspælinum, tá Albania vitjar føroyska fótbóltslandsliðið á Tórsvølli. Tað siga Håkan Ericson, venjari, og Jákup B. Andreasen, miðvallari
20.06.2023 - 16:29

Tá albanar vitja á Tórsvølli í kvøld, er neyðugt hjá føroysku spælarunum at vísa størri dirvi, enn teir gjørdu í 3-0 tapinum fyri Kekkia leygarkvøldið.

 - Mann skal tora betur at hava bóltin, men vit mugu eisini taka rættar avgerðir, tá vit koma fram á vøllin, sigur miðvallarin, Jákup Biskopstø Andreasen.

 - Har eru støður ímóti Kekkia, har vit hava kjans at revsa teir, men har vit taka ta skeivu avgerðina.

Hetta er fyrsta ferðin, at føroyska manslandsliðið spælir ímóti Albania, sum er eitt gott lið, men sum kanska hóskar betur til føroyska spælistílin, heldur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson.

 - Teir eru ikki eins sterkir kroppsliga, teir hava renniorku, men ikki somu styrki. Hinvegin eru teir kanska uppaftur betri tekniskt og spæla skjótt á smáum økjum, sigur landsliðsvenjarin.

Fari verður eftir sigrinum í kvøld, hóast fleiri skøvur komu í landsliðslakkið leygarkvøldið.

 - Vit fara altíð inn fyri at vinna, og tað er serliga á heimavølli. Tað er altíð útgangsstøði, og tað trúgva vit altíð upp á, sigur Jákup Biskopstø Andreasen.

Dysturin ímóti Albania byrjar klokkan 19.45, og Kringvarpið stroymir undansending frá klokkan 19:00 her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655