Hákun West av Teigum: Vit óttast ongan

Hákun West av Teigum: Vit óttast ongan
Føroyski U21-vongurin hevði ikki meir enn turka sveittan av pannuni, áðrenn hann metti um møgulig mótstøðulið í HM-fjórðingsfinaluni. - Tey eru til at spæla við, sigur hann
25.06.2023 - 19:17

Aftur hesa ferð var Hákun West av Teigum tryggur, tá hann fekk kjansin av høgra veingi ella í skjótálopum.

Við sínum 10 málum átti hann stóran leiklut í 33-27 sigrinum á Brasil, sum tryggjaði føroyska U21-hondbóltslandsliðnum sigurin á Brasil.

Hann hevði ikki meir enn turkað sveittan av pannuni, áðrenn hann metti um møguligu mótstøðuliðini í fjórðingsfinaluni.

 - Nú kunnu vit hyggja at, hvørjum vit kunnu møta har, og eg haldi, at øll fýra eru rímilig at spæla ímóti, segði Hákun West av Teigum.

 - Har er einki, sum mann ordiliga óttast. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213