Floksfelagar manna bát

Floksfelagar manna bát
Genturnar á Sílinum eru floksfelagar, hava framvegis aldur til barnaróður og eru í hørðum FM-stríði við Títtling, sum eisini er úr Havnar Róðrarfelag. Vit hittu tær á jóansøku
26.06.2023 - 20:49

Tær brúka meginpartin av síni tíð saman.

Genturnar á Sílinum hjá Havnar Róðrarfelag eru ikki bert bátsfelagar. Tær eru eisini floksfelagar, sum nú kappast um føroyameistaraheitið hjá gentum 14-16 ár.

 - Í 2020 skrivaði eg út át á bólkin hjá flokkinum og spurdi, um tað vóru nakrar gentur, sum høvdu hug at rógva, tí vit ætlaðu at gera eina barnamanning, og tað vóru fleiri beinanvegin, og tá ið avtornaði vóru seks gentur, sum valdu at byrja at venja, greiðir Vár í Gong frá.

Dótturin, Barbara Feilberg í Gong, og Maria Hentze Niclasen eru tvær av gentunum, sum nú rógva vaksnamannaróður, hóast allar uttan ein framvegis hava aldur til barnaróðurin.

 - Vit hava eina, sum er eitt ár eldri, og vit vildu ikki, at hon skuldi fara frá okkum, sigur Maria Hentze Niclasen.

 - Tær kundu allar uttan ein hildið áfram í barnaróðri, men tað tímdu genturnar ikki. Nú vildu tær hava kapping, og tí eru tær upp i í vaksnamannaróðrinum, og tað gongur strálandi, sigur Vár í Gong.


Kappast ímóti sínum egnu

Tað gongur somikið væl, at Sílið er fremst í FM-kappingini í løtuni. Tær hava vunnið tveir róðrar, og eru endaðar á 2. plássi í tí triðja. Tað er merkisvert, at harðasti kappingarneytin um føroyameistaraheitið, er Títtlingur, sum eisini er úr Havnar Róðrarfelag.

 - Tað er spennandi. Fyri meg er tað ringt aat vera ill inn á tær, tí vit eru úr sama felag, sigur Barbara Feilberg í Gong.

Málið er kortini greitt. Tær vilja vinna føroyameistaraheitið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118